Tíðindi: Áskoðan Ι 5. september 2016
Búskaparráð, Váðaráð og onnur ráð - til hvat?
Eyðkennið við kjakinum í sambandi við heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum og tilmælum til politisku skipanina um betri samskipan av almenna leiklutinum í búskapinum er, at politikarar støkka undan.
Samband

Marita Rasmussen
stjóri

Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

 

Meðan blekkið á lógaruppskotinum um at endurstovna Landsbanka Føroya og eitt nýtt váðaráð tornar, er Búskaparráðið komið við sínari heystfrágreiðing. Sum altíð er talan um áhugaverdan lesnað frá Búskaparráðnum. Tað er tó ikki nokk, at talan er um áhugaverdan lesnað. Ambitiónin má vera, at lurtað verður eftir tilmælum frá teimum ráðum, ið sett eru, og at tilmælini verða viðgjørd og ávirka førda politikkin. Annars er ongin orsøk at hava hesi ráðini.

 

Nýggjasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum hevur tilmælið til politisku skipanina um at ansa eftir útreiðsluvøkstrinum í serliga kommunala sektorinum, men eisini í almenna sektorinum sum heild. Konkret verður mælt til, at landsmyndugleikarnir gera ásetingar um mørk fyri kommunuskattaprosentunum, um kommunalar kassabindingar og reglur fyri kommunalu rakstraravlopini.

 

Fíggjarmálaráðharrin ber seg undan at taka hesi tilmæli til eftirtektar, og enn einaferð verður sagt, at hetta má takast upp í samráð við kommunurnar. Sjálvandi skulu slík mál takast upp við kommunurnar, men einki er at ivast í, at tað er neyðugt við ásetingum bæði fyri kommunala og landskassans vøkstur í útreiðslunum. Tað er tí alneyðugt, at landspolitikkarar seta út í kortið og hava greiðar hugsanir um, hvussu slíkar ásetingar kunnu setast í verk.

 

Sum Búskaparráðið vísir á, er førdi fíggjarpolitikkurin hjá bæði land og kommunum konjukturviðgangandi, t.v.s. at spart verður, tá tíðirnar eru minni góðar, meðan fleiri pengar verða koyrdir í umfar til bæði íløgur og rakstur, tá tíðirnar eru góðar. Ein slíkur politikkur kann bara vera við til at økja um sveiggini í búskapinum.  Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á, var útreiðsluvøksturin hjá landskassanum omanfyri 4% frá 2015 til 2016. So meðan bíðað verður eftir at fáa fund í lag við kommunurnar, kundi Fíggjarmálaráðharrin saman við hinum landstýrisfólkunum arbeitt við at fáa landskassaraksturin at vera minni konjukturviðgangandi.

 

Um tað bara verður lurtað eftir ráðunum, uttan at førdi politikkurin broytist nakað serligt, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at eingin orsøk er til at stovna fleri ráð. Spurningurin er, um pengarnir ikki vóru betri brúktir til at fáa bøtt um grundarlagið undir metingunum. Tað er ikki í ordan, at seinastu almennu tølini fyri tjóðarroknskapin eru frá 2013, og at seinastu arbeiðsloysistølini eru um at vera eitt ár gomul. Tað er torført at taka temperaturin uppá búskapin í dag, um termometrið mátar, hvussu fepurin var fyrr í tíðini.

 

 

Fleiri Áskoðanir