Tíðindi: Áskoðan Ι 19. september 2016
Ávaringar um førda fíggjarpolitikkin mugu takast í álvara
Seinastu tíðina eru fleiri ávaringar komnar um at føroyski búskapurin er ov heitur, m.a. frá Búskaparráðnum og frá Danska Nationalbankanum.
Samband

Marita Rasmussen
stjóri

Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

Ávaringarnar um yvirhitaðan búskap eiga at verða tiknir í álvara, nú Fíggjarlógin fyri 2017 fyrsta dagin verður løgd fyri Løgtingið. Harumframt má skil fáast á tann kommunala geiran, har vit serliga í summum kommunum síggja ein vøkstur í útreiðslunum, sum er alt ov stórur. Vilja ella duga kommunalu politikararnir ikki at taka ábyrgd, mugu landsmyndugleikarnir gera tað fyri teir.

 

At búskapurin er ov heitur merkir, at vit framleiða meira enn tað, framleiðslumiðlarnir vanliga klára at framleiða í einari langtíðarjavnvág. Vit mugu tí innflyta starvsfólk, og verandi starvsfólk mugu arbeiða meira enn vanligt. Eftirspurningurin frá privatfólki, fyritøkum og tí almenna veksur so skjótt, at framleiðsluorkan ikki klárar at fylgja við. Eitt sindur forsimplað ber til at siga, at tað eru ov nógvir pengar, sum vilja keypa ov fáar vørur og tænastur.

 

Búskaparráðið metir gloppið millum aktuellu framleiðsluna og langtíðar framleiðsluorkuna (sonevnda framleiðslugloppið) at vera uml. 4-5% av BTÚ. Og tað vísir, at ov nógv ferð er á føroyska búskapinum, soleiðis at vit í løtuni framleiða væl omanfyri langtíðarjavnvágina.

Í Føroyum hevur eitt tílíkt framleiðsluglopp ikki líka stóra ávirkan á inflatiónisgongdina sum í øðrum londum, tí prísstøðið í Føroyum verður í stóran mun avgjørt av gongdini á teimum búskapunum, sum vit innflyta vørur frá. Tó má roknast við, at tað fyrr ella seinni ávirkar gongdina í føroysku reallønunum. Hækka lønirnar, verða innanlands framleiddar vørur lutfalsliga dýrari. Harumframt versnar kappingarførið hjá útflutningsvinnunum, um føroysku lønirnar vaksa skjótari enn produktivitetsvøksturin.

 

Á heimamarknaðinum síggja vit ávirkanina av hesum, tá vanlig privatfólk skulu skifta tak e.l. Um man kann fáa eina handverkarafyritøku at gera arbeiðið, er stórur kjansur fyri, at prísurin er hægri enn um tú bað um tilboð fyri trimum árum síðani.

 

Í slíkari støðu er tað gott latín, at tað almenna heldur aftur á útreiðslusíðuni, so man ikki er við til at økja um samlaða eftirspurningin í búskapinum og harvið eisini økja um verandi framleiðsluglopp.

 

Tað eru tó eisini aðrar góðar orsøkir til at halda aftur í tí almenna útreiðsluvøkstrinum. Vit hava í løtuni eitt strukturelt hall á fíggjarlógini, tí hóast fíggjarlógin í løtuni javnvigar, so er tað konjukturgongdin, sum eigur ein stóran part av æruni fyri hesum. Tá konjukturarnir einaferð verða meira vanligir aftur, eiga vit at hava eina fíggjarlóg, sum á leið javnvigar. Harumframt sær úrslitið á Fíggjarlógini eisini betri út, enn tað í veruleikanum er. Tí í løtuni hava vit inntøkur frá forskattingini av pensiónum umframt inntøkur frá eftirskattingini. Henda støða fer ikki at vara við.

 

Omaná hetta hava vit so eina demografiska gongd, sum í komandi árum fer at leggja stórt trýst á almennu útreiðslurnar til heilsu- og almannaøkið. Hóast tað krevur størri og meira grundleggjandi broytingar at loysa teir spurningarnar, ger tað ikki støðuna betri, um tað almenna fer út í eina forbrúksveitslu, grundað á ein uppgangandi konjuktur.

 

Er tað nakað, sum er líka sikkurt sum amen í kirkjuni, so er tað, at almennu útreiðslurnar altíð hækka. Tað er bara ein spurningur um tær hækka nógv ella lítið. Einastu ferð vit hava sæð nakað annað, er í djúpum kreppum. Um politikararnir í berum ovfarakæti økja nógv um almennu útreiðslurnar, tí inntøkurnar fyri tíðina eru størri enn væntað, fara vit øll at vakna við kaldan dreym ein dag. Hyggjuráðini eru at royna at gera tað øvugta, hóast tað kann vera torført.

 

Tað almenna hevur sett í verk nýggjar reglur fyri betri at stýra gongdini í fíggjargeiranum, har bankarnir skulu halda seg innanfyri ein sonevndan ”diamant”. Tíðin er møguliga komin at gera nakað líknandi fyri almennu útreiðslurnar. Sum FAG fyrr hevur lagt upp til í vinnusjónarmiðunum frá 2011 kundi tað t.d. verið eitt mark fyri árliga vøksturin í almennu útreiðslunum, eitt mark fyri strukturella hallið í % av BTÚ, og hvussu stór almenna skuldin kann vera í % av BTÚ.

 

Fyri kommunurnar mælir búskaparráðið í seinastu frágreiðingini til, at landsmyndugleikarnir gera ásetingar um mørk fyri kommunuskattaprosentunum, um kommunalar kassabindingar og reglur fyri kommunalu rakstraravlopini.

 

 

 

Fleiri Áskoðanir