Stjórin hendan mánaðin
"Vit eiga at bjóða nýútbúnum føroyingum vælkomnum aftur til Føroyar. Hetta kann m.a. gerast við spennandi avbjóðingum, t.d. at inkludera føroysku vinnuna í størri verkætlanir, tá talan er um prosjektering og bygging av undirsjóvartunlum o.l."
Thorfinn Nielsen
Stjóri, Thorfinn Nielsen Sp/f

Útlærdur El- innleggjari á Erhvervsakademiet Lillebælt

Búsitandi í Miðvági

Stjórin hendan mánaðin

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

 

- Vit arbeiða innan El-yrkið. Vit veita El-innleggingar til vinnuligar, privatar og almennar kundar.

 

Hvar heldur fyritøkan til?

 

- Hillingartanga 10, FO-360 Sandavágur

 

Nær varð hon stovnað? 

 

- Eg stovnaði fyritøkuna í 1989.

 

Hvussu nógv starvsfólk arbeiða í fyritøkuni?

 

- Í dag arbeiða 15 fólk í fyritøkuni. Hetta er bæði innan el-yrkið og í handlinum. 

 

Vinnuligir karmar í Føroyum:

 

Hvat er tað besta tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

 

- Eg haldi, at tað almenna kundi bjóða fleiri arbeiði út lokalt. Á tann hátt kunnu vit uttanfyri miðstaðarøki eisini verða við í kappingini og gerast veitarar til arbeiðir, sum verða framd í okkara nærumhvørvi.

 

Hvussu eru almennu vinnukarmarnir í Føroyum, so sum skipanir og skikkað arbeiðsmegi?

 

- Vit uppliva, at tað er sera trupult at fáa handverkarar í arbeiðið. Tað er sera attraktivt at arbeiða í Norra sum elektrikari, og hetta merkja vit væl.

 

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommuni, og hvat kundi verið betri?

 

- Umstøðurnar eru sum heild rímuligar. Men lokalu myndugleikarnir kundu, í ein størri mun, sæð týdningin av at hava eina væl rikna el-fyritøku í nærumhvørvinum.

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa? (Um ja, nevn so tær týdningarmestu)

 

- Marknaðurin er sera lítil og viðbrekin. Vit verða hart rakt av upp- og niðurgangstíðum og soleiðis hevur tað altíð verið. Okkara avbjóðing í dag er tó at fáa tey røttu fólkini til størri uppgávur. Elektrikarar eru vornir ein mangulvøra.

 

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

 

- Eg vóni, at vit eru størri og at vit kunnu bjóða starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður. Eisini vóni eg, at vit fylgja menningini og loysa tær uppgávur, sum kundar okkara hava tørv á. Eg síggi fyri mær, at vit verða 20 fólk í arbeiði og hava nógvar spennandi avbjóðingar.


Persónligt:

 

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

 

- Tað má verða at kunna gera ein mun og hava fleiri spennandi avbjóðingar.

 

Hvat er tað mest avbjóðandi?

 

- At skaffa arbeiði til allar hendur.

 

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

 

- Eg meti, at mín arbeiðsvika er 50-55 tímar.

 

Hvør ert tú (lýs teg sjálvan við trimum lýsingarorðum og við 25 orðum.

 

- Eg møti altíð til tíðina, eri úthaldin, ótolin, engageraður, rúmligur, vinarligur og stabilur í arbeiðinum.

 

Spurningar um aktuell mál:

 

Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?

 

- Vit eiga at bjóða nýútbúnum føroyingum vælkomnum aftur til Føroyar. Hetta kann m.a. gerast við spennandi avbjóðingum, t.d. at inkludera føroysku vinnuna í størri verkætlanir, tá talan er um prosjektering og bygging av undirsjóvartunlum o.l.

Er atgongdin til arbeiðsmegi nøktandi?

 

- Hetta er á einari leið, men kundi tó verið betri.
 

 

Fleiri Stjórar