Stjórin hendan mánaðin
Les eisini

 

 

 

 

Jórun Larsen Mørkøre
Stjóri, Bakaríið hjá Jórun

 

Aldur: 45 ár
Heimstaður: Klaksvík
Familja: gift við Kim Mørkøre og vit eiga eina dóttir Mikala Larsen Mørkøre
Útbúgving: Bakari
Áhugamál: Brenni fyri míni fyritøku (Bakaríið) og míni venjing sum bodybuildari - tann einasti á Føroyalandi í løtuni.

Stjórin hendan mánaðin

  

Hvat ger fyritøkan, har tú ert stjóri/eigari?

 

Vit eru eitt bakarí.

 

Hvar heldur fyritøkan til?

 

Fyritøkan heldur til í Klaksvík.

 

Nær varð hon stovnað?

 

Fyritøkan varð stovnað tann 16. august í 1999.

 

Hvussu nógv starvsfólk arbeiða í fyritøkuni?

 

Í dag eru vit áleið 30-35 starvsfólk.
 

 

Vinnuligir karmar í Føroyum:

 

Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku?

 

Tað besta, tað almenna kundi gjørt, var, at tað var ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Tað forðar mangan mær at fáa fatur á arbeiðsmegi.

 

Hvussu eru almennu vinnukarmarnir sum heild í Føroyum?

 

Tað er harmuligt, at vit ikki hava somu skipan sum í Danmark, har man kann fáa voksenuddannelse. Tað merkir, at eg kann hava trupult við at fáa fólk í læru, tí fíggjarliga er trupult at fara so nógv niður í løn.


Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi fyritøkan er?

 

Eg meti, at umstøðurnar í Klaksvíkar kommunu eru sum heild góðar.

 

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa?

 

Eg haldi, at tað er kappingaravlagandi, at vit hava sokallaðar “Bake off” vørur.

Tað kostar eisini for nógv at liggja í "framleiðslu Føroyum" – útjaðarinum.

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

 

Tað er trupult at spáa um framtíðina, men um tunnilsgjaldið bleiv avtikið, eri eg vís í, at fyritøkan fór at vaksa munandi.
 

 

Persónligt:

 

Hvat er tað besta við at vera stjóri í tínari fyritøku?

 

Tað er bæði gott og ringt. Tað er gott við frælsi, og at eg eri mín egni stjóri. Harumframt eri eg eisini stolt av at eiga mína egnu fyritøku.

 

Hvat er tað mest avbjóðandi?

 

Árstíðirnar. Í okkara fyritøku er søla og arbeiði nógv tengt at sesong.
Eisini er tað umráðandi at hava glað og nøgd starvsfólk og eisini nøgdar kundar.

 

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

 

Sjálv havi eg ein vanligan arbeiðsdag frá kl. 08.00 og úteftir, men eri “on” alt døgnið.

 

Hvør ert tú?

 

Eg eri opin, erlig og altíð klár at gera okkurt nýtt og spennandi. Eisini eri eg sera arbeiðssom.
 

 

 

Spurningar um aktuell mál:

 

Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?

 

Vit mangla bíligari íbúðir í Føroyum, og at lækka skattin. Tað er alt ov dýrt at liva í Føroyum.

 

Skulu vit hava fleiri kvinnur í partafelagsnevndir? Um ja, hvussu fáa vit tað?

 

Ja, tað haldi eg heilt sikkurt, men eg haldi eisini, at kvinnur halda seg aftur. Demokratia skal bara halda áfram við tí arbeiði tey gera.

 

Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?

 

Nei, vit hava ikki nóg góða atgongd til arbeiðsmegi. Mín meting er, at tað vildi verið munandi lættari at fáa arbeiðsmegi, um ein skipan við voksenuddannelse bleiv innførd og tað gjørdist ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin.

 

 

 

 

  


 

Vinnuhúsið setur fokus á smáar og miðalstórar fyritøkur, við at gera samrøðu við stjórar innan ymiskar vinnugreinar, um at reka fyritøku í Føroyum og teirra dagligdag.

 

 

 

 

Fleiri Stjórar