Stjórin hendan mánaðin
Karstin Joensen
stjóri, Elcon Sp/f

 

Aldur: 33 ár
Heimstaður: Runavík
Familja: Giftur við Dorethu Joensen og saman eiga vit trý deilig børn, Poul Jóhan sum er 9 ár, Malan sum er 5 ár og Jónas sum er 2 ár.
Áhugamál: Familjan, vinir, arbeiði, hondbóltur

Stjórin hendan mánaðin

  

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

 

Vit eru ein Elfyritøka, sum veitir tænastur innan el og tøkni til vinnulívið, tað almenna og privatkundar.

 

Hvar heldur fyritøkan til?

 

Á Gulasteinsvegi 30, Saltangará.

 

Nær varð hon stovnað?

 

Kongshavnar El-Virki varð stovnað í 1999 av Oddi Lamhauge, og í november 2013 keyptu Eyðun Jensen og eg fyritøkuna, sum um ársskiftið skiftið navn til Elcon.

 

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

 

8 fólk arbeiða í fyritøkuni.

 

Vinnuligir karmar í Føroyum:

 

Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

 

Tað almenna kundi slóðað fyri, at arbeiðini vórðu boðin út sum fakútbjóðing og harvið skapt opinleika. Ikki sum vit síggja í dag, at arbeiðini í alt ov stóran mun verða boðin út sum høvuðsarbeiðstøka. Hetta ger, at vit, sum hava lítlar og miðalstórar fyritøkur, hava trupult at fáa almenn arbeiði.

 

Hvussu eru almennu vinnukarmarnir sum heild í Føroyum í mun til líknandi fyritøkur í grannalondunum?

 

Skattaviðurskiftini eru avgjørt ein forðing.

 

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?

 

Umstøðurnar eru sum heild góðar.

 

Hvat kundi verið betri?

 

Hugsa lokalt, tá stórarbeiði verða boðin út, tí tað er sera trupult, ella rættari sagt ómøguligt, hjá okkum at fara útum lokaløkið, tá ið aðrar kommunur bjóða arbeiði út.

 

Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?

 

Hon er nøktandi.

 

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa?

 

Nei, tað meti eg ikki. Vit liva í einari vinnu, sum er sera viðbrekin, tí er tað umráðandi, at vit veita okkara kundum allarbestu tænastu. Tað er avgjørt ein fortreyt fyri, at fyritøkan kann vaksa.

 

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

 

Tað er sjálvandi trupult at spáa um framtíðina, men tað er mín vón, at vit kunnu vaksa og fáa spennandi uppgávur, og at vit kunnu fylgja við tí tøkniligu menningini.
 

 

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

 

At kunna vera við til at skapa arbeiðspláss og síggja hvussu okkara dugnaligu starvsfólk hvønn dag ofra seg og lyfta tungar byrðar fyri okkara fyritøku. Ein stjóri er onki verdur uttan gott arbeiðsfólk.

 

Hvat er tað mest avbjóðandi?

 

At kobla úr tá ið man hevur frí, og hugsavna seg um annað enn arbeiði. Og at skaffa arbeiði til allar hendur.

 

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

 

55-60 tímar um vikuna.

 

Hvør ert tú?
Eg eri perfektionist, arbeiðssamur og ótolin. Gangi sera høgt uppí at familja, vinir og arbeiðsfólk hava tað gott.
 

 

 

 

Spurningar um aktuell mál:

 

Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?

 

Tað er alment kent, at hundraðtals elektrikkarar eru og hava verið í Norra tey seinnu árini, tí hevur tað verið ein avbjóðing hjá okkum at hildið uppá fólkið og at skaffa arbeiðsmegi. Men sum støðan er í Norra nú, við alsamt minkandi arbeiði, er tað lættari at fáa arbeiðsmegi.

 

 

 

 

  


 

Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

 

 

 

 

Fleiri Stjórar