Stjórin hendan mánaðin
Hans Jákup Kollslíð
stjóri, HK Bussar sp/f

 

Aldur: 49 ár
Heimstaður: Hvalvík
Familja: Giftur við Sunnivu Kollslíð. Saman eiga vit trý deilig børn. Beintu, sum er 23 ára gomul, Róa, sum er 18 og Katrin Elisabet, sum er 11.

Stjórin hendan mánaðin

  

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

 

HK Bussar fæst bæði við fasta rutukoyring og alt innan ferðavinnu.

 

Hvar heldur fyritøkan til?

 

Í Hvalvík.

 

Nær varð hon stovnað?

 

Fyritøkan byrjaði við, at eg yvirtók bussarnar hjá pápa mínum í 1990, men Sp/f HK Bussar er stovnað í 2005.

 

 

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

 

Fyritøkan hevur umleið 8 ársverk, harav 5 fólk eru í føstum starvi alt árið. Tá harðast hevur leikað á, hava vit havt 17 fólk til arbeiðis.

 

 

Vinnuligir karmar í Føroyum:

 

Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

 

Eitt tað besta hevði verið, at MVG lógin var einfaldari, so at alt antin var við MVG ella uttan MVG.

 

Hvussu eru almennu vinnukarmarnir sum heild í Føroyum í mun til líknandi fyritøkur í grannalondunum?

 

Teir eru rættiliga góðir.

 

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?

 

Umstøðurnar kundu verið betri.

 

Hvat kundi verið betri?

 

Vinnuøkið er ov lítið.

 

Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?

 

Í Føroyum hevur verið trupult at fáa fígging, men uttanlands hevur eingin trupulleiki verið.

 

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa?

 

Vegna manglandi kort til fartskrivarar ber ikki til at koyra aðrastaðni enn í Føroyum og Íslandi.

 

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

 

Eg vænti, at ferðavinnan verður enn størri partur av virkseminum hjá HK Bussum.
 

 

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

 

At kunna vera við til at skapa arbeiðspláss og síggja, hvussu okkara dugnaligu fólk hvønn dag ofra seg fyri okkara fyritøku. At síggja fólk koma vælnøgd til arbeiðis.

 

Hvat er tað mest avbjóðandi?

 

At finna rætta fólkið til hvørja einstaka uppgávu.

 

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

 

Gud viti.

 

Hvør ert tú?


Eg eri eg. Eg gangi sera høgt uppí, at fólk rundan um meg hava tað gott. Restina mugu onnur døma um.

 

 

Spurningar um aktuell mál:

 

Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?

 

Nei. Tað er sera dýrt at taka koyrikort til vinnuligan ferðafólkaflutning. Fólk sleppa ikki at royna seg, uttan at brúka nógvan pening fyrst, og tí er lítil tilgongd av arbeiðsfólki. Sum politiska signalið hevur verið, fer gongdin bara at versna.

 

 

 

 

  


 

Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

 

 

 

 

Fleiri Stjórar