Tíðindi: Havbúnaður Ι .
65 nýggj aliloyvir í Noregi
Norska stjórnin legði fríggjadagin uppskot fram um 65 nýggj aliloyvir til laks og síl í Noregi, harav 5 loyvir eru oyramerkt til økologiska framleiðslu. Hetta vil geva ein vøkstur í framleiðsluorkuni á 7 %.

 

Vinnufelagið hjá norsku alivinnuni er sera væl nøgt við uppskotið hjá stjórnini, tí nú hevur norska alivinnan møguleikar fyri at veksa nakað afturat. Vinnan metir, at verandi framleiðsluorka er brúkt fult út og at hetta lógaruppskot vil verða við til, at alivinnan kann økja sítt virksemið framyvir.
 
(Kelda: www.kyst.no)
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi