Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Kunningartiltak í sambandi við nýggju eftirlønarlógina
Tiltakið er fyri limir í arbeiðsgevara- og vinnugreinafeløgum í Vinnuhúsinum.

 

Mikudagin 20. november kl. 9.30 – 11.00 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltakið í sambandi við, at nýggja eftirlógarlønin kemur í gildi 1. januar 2014. Tiltakið verður á Hotel Hafnia.

 

Ann Damgaard, KT-leiðari á TAKS, Herborg Sloan, løgfrøðingur á TAKS, Fróði Hansen, samskipari fyri Felagið Peningastovnar og Esther Dahl, ráðgevi í Føroya Arbeiðsgevarafelag, fara at kunna um, hvørjar broytingar arbeiðsgevarin serliga fer at merkja og serliga skal vera varur við. Hetta verður gjørt í mun til sjálvt lógarverkið, til bankarnar og til sáttmálarnar við fakfeløgini.

 

Tiltakið er ókeypis, men boðast skal frá luttøku á industry@industry.fo ella á 309900 í seinasta lagi 18. november.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi