Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Jólating á Hotel Føroyum
Oljutingið bjóðar limum sínum til Jólating mikukvøldið 10. desember 2008 kl. 19.00 á Hotel Føroyum.

 

Kári Mortensen fer at greiða frá um ymiskum viðurskiftum í samband við hitapumpur. Eisini verður greitt frá royndunum og mátingum ið gjørdar eru í samband við Berghita.
 
Bjarti Thomsen, ið starvast við fiskivinnuroyndum fer at greiða frá reiðskapi ið leggur dent á lítla orkunýtslu og Meinhard Eliasen, Jarfeingi fer at greiða frá orkusparingum við atliti á fiskiskap og flutning.
 
Kl. 19.00       Vælkomin
Kl. 19.30       Formaðurin setur Oljutingið
Kl. 19.35       Kári Moretnsen kunnar um: Berghitaverkætlanina
Kl  20.00       Spurningar frá áhoyrarum
Kl. 20.10       Bjarti Thomsen og Meinhard Eliasen kunna um: Burðardygg veiða og flutningur
Kl. 20.20.      Matur og drekka
 
 
Vinarliga boða Vinnuhúsinum frá luttøku á telefon 309900 ella umvegis teldupost: industry@industry.fo
 
Vælkomin
 
Oljutingið
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi