Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Norskir alarar vinna pening
Sambært Lars Liabø nevndarformanni í Kontali Analyse, verður roknað við, at norska alivinnan kemur at forvinna tvær mia. norskar kr. í 2008. Orsøkin er fyrst og fremst bíligari fóður, viknandi kapping, og at kursurin á norsku krónuni er fallin munandi.

 

Higartil hevur fíggjarkreppan givið norsku alivinnuni eina jaliga tilgongd. Bíligari fóður, lægri kr. kursur og minni kapping frá kappingarneytunum, er orsøkin til hetta. Roknað verður við, at norska alivinnan fer at geva tvær mia. kr. í yvirskotið í 2008, sum er eitt gott úrslit. Sølan av alifiski er 16 mia. kr. í 2008 og gevur hetta sostatt eitt avkast á 10%, sum er yvir miðal.
Framleiðslukostnaðurin av einum kilo av alifiski er umleið 20,50 norskar kr. Hetta er lægri enn fyri fáum mánaðum síðani og er orsøkin tann, at fóðurprísurin er lækkaður, og at sjúkustøðan í norsku alivinnuni er góð í løtuni. Síðan fíggjarkreppan tók dik á seg, eru rávørurnar til alifóður - fiskaolja og fiskamjøl - falnar 40% í prísi og Lars Liabø roknar við, at prísurin fer at fella enn meira í 2009.
(kelda: www.kyst.no).  
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi