Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Aliráðstevnan verður 27. feb. 2009
Eins og undanfarin ár skipar Føroya Havbúnaðarfelag 27. februar fyri aliráðstevnu á Hotel Føroyum.

 

Eisini í ár verða fasti tættirnir á skránni, har hugt verður eftir marknaðarútlitinum hjá alivinnuni komandi árið, umframt at lívfrøðiliga gongdin í føroysku alivinnuni verður gjørd upp.
 
Av útlendskum gestum verða Cato Lyngoy djóralækni, sum í nógv ár hevur arbeitt innan sjúkufyribyrging í Noregi. Cato fer at greiða frá um hvussu fiskasjúkan PD smittar. Somuleiðis kemur granskingarleiðarin Grete Bæverfjord frá norska granskingarstovninum Nofima at greiða frá um kristiskir faktorar í sambandi við framleiðslu av rognum og smolti og Frode Oppedag granskari frá norska Havforskningsinstituttinum kemur at greiða frá um, yvirvøku av oksygen í aliringum og hvussu týdningarmikið tað er við nóg mikið av oksygeni.
 
Aðrir fyrilestrahaldarar verða Jan Sørensen frá Biofar og Durita Nielsen granskari. Jan Sørensen fer at greiða frá um umhvørvið við alibrúkini og Durita Nielsen, sum í løtuni er við at gera eina kanning av góðskuni á føroyskum laksi, fer at legga úrslit frá hesi kanning fram.
 
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í alimálum setir dagin.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi