Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Laksahavbúnaðurin framleiðir 14,8 milliardir máltíðir av laksi um árið
Á árligu fiskivinnumessuni í Boston, sum varð hildin í farnu viku, legði International Salmon Farmers Association (ISFA) fram eina frágreiðing um samfelagsliga týdningin av laksahavbúnaðinum kring heimin.

 

Í frágreiðingini verður víst á, at samlaði laksahavbúnaðurin framleiðir á hvørjum ári 14,8 milliardir máltíðir av laksi við einans at brúka 0,00008 % av samlaða havøkinum í heiminum. Eisini uppiheldur laksahavbúnaður 121.000 størv runt um í heiminum, oftast í bygdasamfeløgum, sum liva tætt við havið.

 

Í sambandi við at frágreiðingin varð løgd fram, nýtti forsetin í ISFA høvið at vísa á, at laksahavbúnaður er ein tann mest effektivi hátturin at framleiða proteinir av høgari góðsku. Har sum landbúnaðurin nýtir uml. 10 kg av fóðri til at framleiða eitt kg av oksakjøti, nýtir laksahavbúnaðurin bert eitt gott kg av fóðri til at framleiða eitt kg av laksi. Eisini vísti hann á, at havbúnaðurin er ein av lyklunum til at loysa avbjóðingina við at framleiða nóg mikið av góðskumati til at føða tað vaksandi talið av íbúgvum í heiminum.

 

Frágreiðingin hjá ISFA kann lesast her

 

ISFA er altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri samstarvi millum laksaframleiðandi londini fyri at loysa tær felags avbjóðingar, sum laksahavbúnaðurin hevur. Føroyska havbúnaðarfelagið er limur í ISFA.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi