Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Skattainntøkurnar frá alivinnuni økjast við verandi skipan
Nú fíggjarkarmarnir fyri 2015 verða viðgjørdir, verður tosað um at økja skattainntøkurnar frá havbúnaðinum og fiskivinnuni.

 

At skattainntøkurnar frá havbúnaðinum fara at økjast í 2015 og 2016 í mun til 2014 er ikki nýtt. Roknað varð við hesum í teirri langtíðarskipan fyri eykaskatti, sum varð avtalað millum Havbúnaðarfelagið og tað almenna í fjør. Har varð avtalaður ein eykaskattur á 0,5 % av allari sølu og 4,5 % eyka partafelagskattur av skattskylduga úrslitinum, afturat teimum vanligu 18 %, sum fyritøkur vanliga rinda í partafelagsskatti.

 

Har sum ketan nú tykist leypa av hjá summum politikkarum er, tá tosað verður um at broyta skipanina, sum varð samtykt í fjør. Tað er als ikki neyðugt at broyta skipanina fyri at fáa fleiri skattainntøkur frá havbúnaðarfyritøkunum, og tað hevði eisini verið skaðiligt, um man hyggur nøkur fá ár fram í tíðina. Útlitini hjá føroyska havbúnaðinum eru so, at inntøkurnar frá skatti og eykaskatti fara at økjast heilt av sær sjálvum. Tilsamans væntast føroyskar alifyritøkur og eigarar teirra at gjalda ein 350 mió kr. í árligum skatti til landskassan, og hetta tal kann økjast í komandi árum.

 

Havbúnaðurin í Føroyum hevur eins og landbúnaðurin og aðrar líknandi framleiðsluvinnur brúk fyri støðugum karmum. Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri at alingin framhaldandi kann vera tann sólskinssøga hon hevur verið seinnu árini fyri bæði samfelag, landskassa og starvsfólk. Havbúnaðarfyritøkurnar hava gjørt íløguætlanir langt fram í tíðina, sum væntandi fara at flyta føroyskan havbúnað risafet frameftir í komandi árum. Ein týðandi fortreyt fyri at fremja hesar íløguætlanir er, og fyri at fáa bestu fíggingina er, at fyritøkurnar hava stabilar og kappingarførar karmar. Og tað hevur man ikki, um avgjaldsskipanir verða broyttar á hvørjum ári. Verður hetta støðan, er vandi fyri at man drepur hønina, sum annars kundi vorpið gulleggini tey komandi árini.

 

Føroysk alivinna hevur gjørt og ætlar komandi árini eisini at gera stórar íløgur í anlegg og í marknaðarføring av føroyskum laksi. Hesar íløgur fara væntandi at gera tað møguligt at økja framleiðsluna á ein burðardyggan hátt, og eisini at fáa ein meirprís fyri føroyska laksin í mun til kappingarneytarnar. Síðan 2009 hevur føroyskur laksur fingið ein meirprís í mun til norskan laks, og munurin er øktur seinastu árini, soleiðis at føroyskur laksur nú kann seljast fyri ein meirprís uppá 4-5 kr./kg í mun til norskan laks. Orsøkin er serliga góðskan á føroyska laksinum og at marknaðarføringin hevur skapt eitt serligt brand fyri føroyskan laks sum eina nichevøru til teir kundar, sum vilja hava tað besta.

 

Tað tykist vera ein vanlig fatan millum fólk, at føroyskur havbúnaður hevur okkurt náttúruásett mark fyri, hvussu nógv hon megnar at framleiða. Hetta er ikki so. Alivinnnan er ein framleiðsluvinna, har nýggj vitan og íløgur í vinnuna kunnu gera tað møguligt at økja um framleiðsluna og minka um biologisku váðarnar við framleiðsluni. Vónandi duga føroyskir politikkarir at síggja, at tað er tørvur á stabilum og kappingarførum kørmum hjá havbúnaðinum, so vinnan megnar at gera neyðugu íløgurnar fyri at framleiðsla, arbeiðspláss og eisini skattainntøkurnar hjá tí almenna framhaldandi kunnu vaksa. Skiftandi og ótryggir karmir kunnu hinvegin forða fyri hesum.

 

Havbúnaðarfelagið

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi