Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Ráfiskakeyparafelagið: Øll føroysk kvota upp á land í Føroyum
Allur fiskur, sum verður veiddur av føroyskum kvotum, má og skal víðariframleiðast í Føroyum.

 

Her er eitt valynski frá Ráðfiskakeyparafelagnum, fleiri valynskir kunnu lesast her

 

Hetta er avgerandi treytin fyri at føroyska fiskivinnan kann kappast við aðrar.

 

Allur føroyskur fiskur og fiskur av føroyskum kvotum aðrastaðni, má landast í Føroyum, tí annars fer hann á altjóða marknaðin, har hann so verður víðarivirkaður í láglønarlondum. Sama fisk skal føroysk framleiðsla so seinni kappast við, tá ið fiskurin kemur á endamarknaðin.

 

Í minsta lagi eigur tað at vera eitt krav, at verður føroyski fiskurin útfluttur beinleiðis, so má avgjald leggjast á, sum svarar til munin á lønini her hjá okkum og í láglønarlondunum.

 

Matvørumarknaðurin í heiminum er sjey milliardir kundar. Tað vil siga, at vit 50.000 føroyingar hava ein marknað, sum altíð megnar at taka ímóti tí vit framleiða.

 

Sjálvandi er næsta stig hjá okkum, at vit virka fiskin meira og harvið fáa meira virðisøking í Føroyum.

 

Skulu vit hava ein góðan prís á endamarknaðinum, mugu vit framleiða alla ta føroysku kvotuna í Føroyum, soleiðis at vit hava kontroll á vøruni, sum kemur á marknaðin úr Føroyum. Hetta vil eisini gera føroyskan fisk til nakað serligt hjá keyparanum (føroyski laksurin í USA)

 

Størri virðir vit skapa í Føroyum, meiri pengar eru at deila her heima. Hetta fer so at skapa fleiri vitanarstørv í matvøruframleiðsluni á landi.

 

Eitt annað mál er viðvíkjandi teimum, sum taka rávøruna upp.

 

Her má okkara skúlaskipan tillagast soleiðis, at fólk generelt hava eina minimum vitan um rávøruna og matvøruframleiðsluna, sum vit øll liva av.

 

Í dag skal ein fiskimaður á trygdarskeið og hava bláu bók áðrenn hann fær loyvi at fiska. Tað løgna er, at tað eru ongar treytir hjá fiskimanninum at vita nakað um produktið, vit øll liva av.

 

Hendan vitanin er neyðug hvønn dag tá ið fiskað verður, meðan tað vónandi ongantíð verður brúk fyri trygdarskeiðinum.

 

Kvotuskipanin er bert galdandi á sjónum. Eitt framleiðsluvirki á landi, sum í flestu førum er ein størri íløga enn eitt botnfiskaskip/loyvi, hevur onga trygd fyri rávøru.

 

Einasta trygdin fyri at fáa fatur í rávøru, er kappingarføri. Hettar kappingarføri blívur avskeplað av láglønarlondum, og hetta er við til at minka um inntøkurnar til tað føroyska samfelagið.

 

So kanska er tíðin komin til at framleiðararnir fáa fatur á kvotunum, soleiðis at alt verður virðisøkt í Føroyum.

 

Framleiðararnir eru í hvussu so er nærri endabrúkarunum enn teir sum fiska rávøruna.

 

 

Føroya Ráfiskakeyparafelag

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi