Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Yrkisútbúgvingar í fokus
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum og Føroya Handverksmeistarafelag umrøddu í síðstu viku yrkisútbúgvingar.

 

Tað er eingin loyna, at tað er stórur eftirspurningur eftir handverkarum í Føroyum. Eisini eru ov fá ung, sum velja eina yrkisútbúgving, og tí sær trupulleikin við manglandi handverkarum út til at vaksa. Hetta vil Føroya Handverksmeistarafelag nú broyta.

 

Meistarafelagið hevði í síðstu viku bjóða landstýriskvinnuni í Mentamálum til fund við tí endamáli at seta fokus á yrkisútbúgvingarnar. Tað var ein gevandi fundur, har partarnir fingu tosað um støðuna á yrkisútbúgvingarøkinum.

 

Kunningararbeiði skal gerast fyri at vísa ungdóminum á teir mongu møguleikar, sum fylgja við einari yrkisútbúgving. Eitt nú at tey longu fyrst í 20 árunum hava eina førleikagevandi útbúgving, at tey nærum heilt víst hava tryggja sær arbeiði eftir lokna lærutíð, ella at tey hava góðar møguleikar at byrja egið virki.

 

Eftir fundin vóru báðir partar spentir uppá at seta størri fokus á yrkisútbúgvingar. Sostatt hava vit ein møguleika at loysa tørvin á handverkarum longu, áðrenn trupulleikin gerst alt ov stórur.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi