Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Fundur í Østrøm um Føroyar sum maritiman tænastudepil
Tíðin er tann rætta til at raðfesta marknaðarføring av føroyskum havnum og fyritøkum og at staðseta Føroyar sum ein maritiman tænastudepil. Hetta varð staðfest á fundinum í Østrøm í farnu viku, har Sjúrður Skaale skipaði fyri eftirmeting av verkætlanini, sum hevur til endamáls at varpa ljós á Føroyar og maritimu veitingarvinnuna.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, boðaði frá, at ætlanin er at seta pening av á fíggjarlógini komandi ár til at marknaðarføra Føroyar sum ein tænastudepil, og at landsstýrið fer at arbeiða saman við vinnuni fyri at røkka á mál.

Landsstýrismaðurin vísti á teir møguleikar, sum eru í mun til siglingarleiðirnar í Arktis, og at skipaferðslan kring Føroyar er vaksandi.

Tískil er neyðugt at marknaðarføra føroyskar tænastur fyri altjóða skipavinnuni.

 

Umboð frá vinnuni, politisku skipanini og eisini løgmaður luttóku á fundinum, har m.a. Hendrik Egholm, stjóri á Magn, greiddi frá teirra virksemi, royndum og avbjóðingum.

 

Sum ein liður í verkætlanini er ein heimasíða gjørd, soleiðis at útlendsk reiðarí og onnur áhugað lætt kunnu fáa kunning um føroysku vinnuna og møguleikarnar í Føroyum sum heild. Tilfar um Føroyar sum ein tænastudepil varð eisini gjørt til oljumessuna í Aberdeen og ráðstevnuna Arctic Circle í Íslandi.

 

Til ber at síggja heimasíðuna her: www.maritime-services.com

 

Les tíðindaskriv frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum her.

 

 

 

 

 

 Myndir: Jan Müller

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi