Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι .
ES vil vita, hvaðani fiskurin kemur
Skjótt skal kunna skjalprógvast hvaðani fiskavørur, ið vera seldar til ES marknaðin koma. Frá 1. januar komandi ár fer ES at krevja, at allur fiskur, sum verður útfluttur til eitt ES land skal, skal hava eina veiðuváttan við sær.

Endamálið við nýggju ásetingunum, sum koma í gildi 1. jan 2010, er at steðga innflutningi av ólógliga veiddum fiski til ES-lond. Hetta verður ein avbjóðing fyri vinnuna og fer at krevja, at sporføri er á hvørjum einstøkum partíið av fiski.

Kravið er ikki galdandi fyri alifisk, men bert fyri veiddan fisk.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi