Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Oljuvinnufelagið skipar fyri landabási á Offshore Northern Seas 2016
Aftur í 2016 verður skipað fyri føroyskum landabási á Offshore Northern Seas 2016 (ONS). Oljuvinnufelagið yvirtók alla fyriskipan av básinum frá Løgmansskrivstovuni í 2014. Tað er sostatt Oljuvinnufelagið, sum aftur hesuferð hevur ábyrgdina av samskipanini av føroyska landabásinum á ONS 2016.

 

ONS 2016 er í døgunum 29. august – 1. september. 62N skipar fyri ferðing í sambandi við messuna, og bíleggingar fara fram hjá Fjólu á 62N.

 

Tilmelding til ONS 2016 fer fram í seinasta lagi 29. mars við at senda ein teldupost til Jórun Gardar á jorun@industry.fo. Tilmelding skal vera skrivlig.

 

Seinast luttóku 11 fyritøkur, myndugleikar og feløg á básinum. Vónandi verður luttøkan ikki minni góð hesuferð.

 


Skipað verður fyri kunnandi tiltakið í Vinnuhúsinum mánadagin 14. mars kl. 15.00.

 

Í sambandi við ONS 2016 og í sambandi við at Oljuvinnufelagið er farið undir eitt miðvíst arbeiði at staðseta Føroyar sum maritiman tænastudepil, verður skipað fyri kunnandi tiltaki í Vinnuhúsinum mánadagin 14. mars kl 15.00.

 

Á skránni er:
- Kunning og orðaskifti um átakið at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil
- Føroyska luttøkan á ONS 2016

 

Tiltakið er alment, og ikki bert fyri tey, sum hava ætlanir at fara á ONS 2016.

 

Meira fæst at vita um tiltakið og luttøkuna á ONS 2016 við at venda sær til Jórun Gardar, jorun@industry.fo ella á telefon 739913.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi