Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Havnar Handverksmeistarafelag havt aðalfund
Mikudagin 16. februar var ársaðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag. Sámal Erik Hentze, formaður, Torbjørn Hansen, nevndarlimur og Pauli Hofgaard, tiltakslimur stóðu fyri vali, og allir stillaðu uppaftur.

 

Eingi mótvalevni vóru, so nevndin er framvegis óbroytt. Teir, sum sita í nevndini, eru Sámal Erik Hentze, Magnus Magnussen, Torbjørn Hansen, Kartin Lenvig og Stein Olvur Petersen. Pauli Hofgaard heldur fram sum tiltakslimur, eins og Jón Sigurdsson eisini er tiltakslimur. Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin á sama hátt sum áður, við Sámal Erik Hentze sum formanni og Magnus Magnussen sum næstformanni.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi