Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt kunningartilfar til útlendingar
Endamálið er at gera tað lættari hjá útlendingum at skilja og virka á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Nú fleiri og fleiri føroyskar fyritøkur seta útlendingar í starv, er neyðugt hjá teimum at kunna henda starvsbólk um viðurskiftini, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí gjørt kunningartilfar á enskum, sum limirnir kunnu geva teimum útlendingum, sum verða settir í starv.

 

Kunningartilfarið inniheldur

  • eina yvirskipaða lýsing av bygnaðinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum,
  • lýsing av mest týdningarmiklu setanarviðurskiftunum, so sum viðurskifti í sambandi við løn, arbeiðstíð, frítíð og sjúku,
  • sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini, handverkarafeløgini og S&K,
  • og yvirlit yvir hentar upplýsingar hjá viðkomandi pørtum á arbeiðsmarknaðinum.

 

 

Fyritøkur, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip ella Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, kunnu fáa tilfarið við at venda sær til Vinnuhúsið.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi