Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Góður prísur á sílum
Norski útflutningurin av sílum hevur góðar dagar fyri tíðina. Kiloprísurin er hækkaður munandi síðan seinasta ár, útflutningsvirði er økt 21% higartil í ár, í mun til sama tíðarskeið seinasta ár.

 

Til og við 1. mars í ár eru síl útflutt fyri 274 mió norskar kr. Hetta eru 47 mió kr meira enn sama tíðarskeið í fjør, ein øking á 21% skrivar heimasíðan www.kyst.no. Nøgdin er tó nakað minni enn sama tíðarskeið seinasta ár, knøpp 1000 tons.
Russland er størsti avtakarin av feskum sílum við góðum 4000 tonsum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi