Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Føroyski básurin væl vitjaður á Seafood Expo Global 2016
Í dag er triðji og seinasti dagur á sølumessuni Seafood Expo Global í Brússel

 

Hetta er 24. ferð, at messan verður hildin, og føroyskar fyritøkur hava tikið lut frá byrjan. Talan er um heimsins stórstu fiski- og sjógætismessu, og føroyski básurin liggur sera væl fyri í høll 5, har flest øll vitjandi koma framvið. Samanumtikið eru í alt 1.664 framvísarar, harav 73 regións- og landabásar, og føroyski landabásurin er ein teirra.

 

Týsdagin var Poul Michelsen, landsstýrismaður, á messuni, har hann vitjaði landabásin og hitti føroysku luttakararnar. 

 

Ófriðurin í Brússel hevur ávirka messuna í ár, tí færri vitjandi hava verið enn vanligt. Men hóast hetta, so hevur nógv fólk verið á føroyska landabásinum, serliga fyrsta og annan dagin.

 

Til ber at síggja myndir frá SEG 2016 her

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi