Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Føroya Handverksmeistarafelag: Landsverki tørvar ongar nýggjar maskinur
Landsverk eigur at útveita tað, ið útveitast kann. Vetrarhald er vælegnað at útveita, og tí tørvar Landsverki ongar nýggjar maskinur.

 

Landsverk hevur nógvar uppgávur, har stovnurin skal umboða landsins áhugamál. Stovnurin fór um aldarskiftið frá at nýta síni egnu starvsfólk og maskinur til at gera vegir, brúgvar og berghol. Í staðin verður hetta arbeiðið nú bjóðað út til privatar entreprenørar. Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at nú er tíðin búgvin til at taka næsta stig og eisini útveita rakstaruppgávurnar.

 

Landsverk brúkar enn gamla mátan við at nýta síni egnu fólk og maskinur á hesum økjum:

 

  • Viðlíkahald av landsvegum og tunlum
  • Fresing og asfaltering
  • Vetrarhald á landsvegunum
  • Framleiðsla og søla av gróti, skervi og asfalti

 

Hetta er uppgávur, sum uttan iva kundu verið loystar av privatum veitarum. Á henda hátt kundi  fokus hjá Landsverki verið sett á tað sum er kjarnuuppgávan hjá stovninum: at stýra íløgum og rakstri gjøgnum sáttmálastýring.

 

Okkurt ítøkiligt má gerast

Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, at okkurt ítøkiligt má gerast beinavegin, um samfelagið ikki skal vænta at steðga upp í vetur, um kavi skuldi lagt seg um landið. Víðari verður sagt, at Landsverk hevur ein akuttan tørv á 3,5 mio. kr. fyri yvirhøvður at megna uppgávuna, ein tørv á 8 mio. kr. til komandi vetur og 21 mio. til næstu árini. Fyri slíkan pening høvdu vinnufyritøkur heilt vist vilja at kappast um arbeiðið. Mett verður, at eini 30 til 40 fyritøkur veita tænastur og vørur innan entreprenørvirksemi o.l. í Føroyum. Ja, Føroya Handverksmeistarafelag er samt í, at okkurt ítøkiligt má gerast, og tað er at útveita uppgávuna, so kapping fæst um uppgávuna, og so at vit koma burtur frá tí afturvendandi kjakinum um maskinurnar hjá Landsverki til tað, sum kjakið átti seg at snúð um: hvussu vit best byggja land.

 

Útbjóða økir

Við at skipa vegakervið í nøkur nøkunlunda javnstór økir, ber til hjá Landsverki at hefta fyritøkur at kavarudding á smáplássum eisini, samstundis sum tað loysir seg hjá fyritøkunum at átaka sær arbeiðið. Soleiðis skal tað vera møguligt hjá fyritøkum at bjóða uppá eitt ella fleiri økir. Fyritøkurnar skulu sjálvandi liva upp til tey krøv, sum Landsverk setir, og sum Landsverk sjálvt skal liva upp til í dag.

 

Púra vanligt at útveita rakstraruppgávur

Tað er ikki ókent, at almennir stovnar bjóða virksemi út til vinnufyritøkur at reka. Eitt nú útveitabæði Strandferðslan og kommunur busskoyringina. Í Noregi verður raksturin av vegakervinum boðin út á hvørjum árið. Í Føroyum eigur Landsverk at bjóða rakstrar-, viðlíka- og vetrarhaldi av landsvegakervinum út, t.d. fyri eitt fimm ára skeið, soleiðis at fyritøkurnar náa at gera neyðugu íløgurnar og tillaga sítt virksemi. Tískil kemur Landsverk at hava ein týdningarmiklan leiklut at tryggja góðsku og kapping yvir tíð, í mun til játtan. Sostatt heldur Føroya Handverksmeistarafelag, at tað ikki eru nýggjar maskinur, sum Landsverki tørvar, men heldur ein nýggjur háttur at skipa arbeiðið.

 

 

Magnus Magnussen

Føroya Handverksmeistarafelag, formaður

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi