Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Semja við YTF
Mikudagin 15. juni gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF semju um nýggjan sáttmála galdandi fyri Elektron.

 

Í farnu viðu gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum) nýggjan sáttmála galdandi fyri Elektron. Sáttmálin er galdandi í eitt ár, fram til 31. mai 2017. Partarnir samdust um eina lønarhækking á 2,25% umframt aðrar tillaðingar í sáttmálanum.

 

Hetta er sostatt seinasti sáttmáli í samráðingarrunduni 2014 til 2016 hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi