Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Heimleiðis tiltak í Vinnuhúsinum hósdagin kl. 15.00
Hósdagin 23. juni kl. 15.00 verður skipað fyri heimleiðistiltaki í Vinnuhúsinum, har norðurlendski grunnurin Nopef luttekur. Nopef kann veita stuðul til fyritøkur, ið hava ætlanir at stovna sølu- og/ella framleiðsludeild í londum uttanfyri ES.

 

Á tiltakinum kemur umboð frá Nopef at greiða frá teirra virksemi og frá teimum møguleikum, sum Nopef bjóðar føroyskum fyritøkum. Harafturat kemur eisini ein ráðgevi frá Eik at tosa um bankafígging.

 

Skrá:

Vælkomin
Dømi um føroyska umsókn – Òlavur Ellefsen, stjóri í Tøkni
Bankafígging – Hilmar Sam Lamhauge, Vinnuráðgevi í Eik
Kunning um fígging frá Nopef - Per Ovesen, regional manager for DK og IS
Spurningar

 

Tiltakið er viðkomandi fyri tey, sum hava ætlanir ella sum umhugsað at víðka virksemi útum landoddarnar. Føroyskar fyritøkur hava áður fingið pening frá Nopef.

 

Tiltakið byrjar kl. 15.00, og øll eru vælkomin.

 

Til ber at lesa um Nopef her:

 

http://www.nopef.com/media/Nopef_October%202015_ENG_lores%20(2).pdf

 

http://www.nopef.com/media/NOPEF_flyer_oktober%202015.pdf

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi