Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2016
Um ein góðan mánað verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2016.

Føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugaði fáa møguleika at hoyra spennandi fyrilestrar við Maria Strømme, virðisløntan professara í nanotøkni á universitetinum í Uppsala, Michael Lemner, stjóra við royndum frá altjóða fyritøkum, Pæturi Smith Clementsen, tekniska stjóra í Fótbólkssambandi Føroya og Høgna Djurhuus, landskendum klummuskrivara.

Frá í morgin, týsdegnum 16. august, ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin, sum í ár verður 30. september. Limir, sum melda til áðrenn 1. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.

Hósdagin 1. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2016. Tá verður eisini skráin til dagin almenn.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 28. september 2016.

 

Melda teg til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2016.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi