Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Kunningarfundur 15 september um Horizon 2020
Tann 15. september skipar Granskingaráðið og ES kommissiónin fyri kunningarfundi um flytføri í Horizon 2020.

Fundurin er partur av átaki hjá ES kommissiónini at stimbra luttøkuna í londum, sum hava atlimaskap í Horizon 2020. Føroyar fingu atlimaskap í desember 2014 og tó at føroyska luttøkan í evropeiskum verkætlanum sum heild gongur framá, so eru Føroyar eftirbátur í mun til flytføri – tvs. í tí partinum av Horizon 2020, sum verður nevndur: Marie Sklodowska-Curie Actions (MSCA).

Tað eru 4 ymiskir møguleikar at søkja um stuðul í MSCA.

 

•           Innovative Training Networks (ITN) – útbúgvingarnetverk

•           Individual fellowships (IF) – stuðul til einstakan granskara, sum skal hava ávísar royndir 

•           Research and Innovation Staff Exchanges (RISE) – altjóða netverk og samstarv millum økir

•           Co-funding – samfígging av verkætlanum

 

Á fundinum verður serligur dentur lagdur á Innovative Training Networks (ITN) og (Individual fellowships) IF.

Danin, Morten Gylling Jørgensen, hevur skrivað vinnandi Innovative Training Networks (ITN) umsókn fyri ein danskan stovn og fer at greiða frá sínum royndum. Tá ið ein stovnur hevur fingið stuðul til ITN (útbúgvingarnetverk) verða størvini lýst leys á EURAXESS portalinum.

Í Individual fellowships (IF) søkir granskari saman við stovni/virki í øðrum landi. M.a. verður greitt frá um nýggja panelið: ‘Society and Enterprise’, sum er ætlað at økja luttøkuna hjá privatum vinnufyritøkum og virkjum. 

 

Skrá

08:45 – 09:15     Registration/Coffee

09:15 – 09:30     Welcome and introduction; Annika Sølvará, Director of the Research Council

09:30 – 10:45     Opportunities for funding within the Marie Skłodowska-Curie actions; Maria Tsivertara, European Commission, DG Education and Culture

10:45 – 11:45     How to write a good proposal for ITN; Testimonial by Morten Gylling Jørgensen, Danish MSCA NCP

11:45 – 12:15     IF, focus on the new ‘Society and Enterprise’ panel; Maria Tsivertara, European Commission, DG Education and Culture

12:15 – 12:50     Brainstorming possibilities; Annika Sølvará & Maria Húsgarð, Faroese Research Council

- What can your NCP do for you?

- Euraxess and the Research Council

- Register as expert

12:50 – 13:00     Summing up; Annika Sølvará, Faroese Research Council

13:00 – 14:00     Networking lunch

 

Fundurin verður á Hotel Hafnia og er almennur og ókeypis. Øll áhugaði eru vælkomin.

Neyðugt er tó at skráseta seg á síðuni, sum ES kommissiónin hevur til endamálið.

Tilmelding: https://msca-association.teamwork.fr/

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi