Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Danir vilja aftur til meistaralæru
Danska Undivísingarmálaráðið er saman við Håndværksrådet farið í holt við eitt átak, sum skal eggja fleiri ungum at fara í meistaralæru, ella Ny Mesterlære, sum tað nú eitur í Danmark.

 

Eftirspurningurin eftir handverkarum er ovurhondsstórur í Danmark, enn størri enn í Føroyum. Í eini roynd at gera ungdómin varðugan við møguleikan at gerast handverkari, er danska Undirvísingarmálaráðið farið undir átak, sum skal vísa á Ny Mesterlære, har til ber at fara í læru hjá einum meistara í einari fyritøku, heldur enn at byrja yrkisútbúgvingina á einum yrkisskúla, sum annars er vanligt í Danmark.

 

Ny mesterlære er annars stórt sæð tað sama sum vanlig meistaralæra, tó tillagað donsku yrkisskúlaskipanina. Í Danmark fór man burtur frá meistaralæru, har yrkisskúlarnir í stóran mun yvirtóku læruna við sokallaðum praktiksentrum. Á tann hátt nýtist lærlingurin ikki út á eitt arbeiðspláss at nema sær royndir, tí læran kann fara fram í praktikksentrinum. Tað hevur tó víst seg at vera sera trupult hjá teimum lærlingunum, sum hava tikið sína útbúgving á praktikksentri, at fáa arbeiði sum útlærdur. Vinnan hevur tikið illa ímóti skipanini við parktikksentrum, og tey nýútlærdu hava trupult við at fáa starv.

 

Í Føroyum hava vit framvegis meistaralæru, og eru sostatt ongantíð farin burtur frá tí skipanini, sum danir nú royna at koma aftur til. Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, vísir á, at vit hava fatur á rætta endanum í Føroyum: “Vit hava heimsins bestu lærlingaskipan. Vit hava eina veksliskipan, har lærlingurin skiftur millum lærupláss og skúla. Á hendan hátt verður lærlingurin upplærdur til mentanina og háttalagið á arbeiðsplássinum, samstundis sum hann mennist ástøðiliga á Tekniska skúla. Soleiðis skiftir lærlingurin millum ástøðiliga læru og praktiskar royndir.”

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi