Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2016
Møguleiki verður fyri at hoyra fýra áhugaverdar fyrilestrar í Norðurlandahúsinum hin 30. september.

 

Umframt at Ársins Virki og Ársins Átak verða kosin, eru aftur hesaferð spennandi fyrilestrar á skránni.

 

Maria Strømme er altjóða viðurkendur professari í nanotøkni, og hon fer at halda fyrilestur um, hvussu nanotøkni í dag fremur týðandi samfelagsbroytingar – bæði í vinnuligum og privatum høpi. Maria Strømme hevur drúgvar royndir innan granskingarheimin, og hon hevur eisini granskingarroyndir innan vinnuligt virksemi. Saman við sínum granskaratoymi hevur Maria til dømis framleitt eitt algubattarí, sum er umhvørvisvinarligt, metalfrítt og slógbrótandi. Nanotøkni skapar møguleik fyri burðardyggari vinnu, heilsugeira og samfelag í síni heild, sigur Maria Strømme.

 

Michael Lemner er stjóri í TimTam Consulting, og hann fer at greiða frá, hvussu fyritøkur gangnýta talgilding, og hvussu fyritøkur fyrireika seg til krøv og keypimynstur frá framtíðar kundanum. Michael Lemner hevur í nógv ár arbeitt fyri fleiri altjóða fyritøkur, m.a. H&M, og hann fer á Vinnudegnum eisini at tosa um, hvussu fyritøkur fáa atgongd til tann altjóða marknaðin.

 

Pætur Smith Clementsen er tekniskur stjóri í Fótbóltsambandi Føroya. Pætur hevur ábyrgd av ítróttarliga partinum í Fótbóltsambandi Føroya og arbeiðir í dagligum samstarvi og samskifti við fleiri áhugabólkar. Á Vinnudegnum fer Pætur at halda fyrilestur um, hvussu til ber at fremja broyting og menning í sínum virksemi. Harumframt fer hann eisini at greiða frá, hvat motiverar fólk og týdninginum av virkismentan, tá arbeitt verður við at broyta mannagongdir og flyta mørk.

 

Høgna Djurhuus kenna vit sum bersøgnan tíðindamann. Hann fer at hugleiða um føroyskt vinnulív, virki og leiklut. Høgni er kendur fyri sín hvassa penn og fyri sínar rámandi orðingar, og hann varpar ljós á føroyskt vinnulív frá tí skeiva og skemtiliga vinklinum

 

Skrá til Vinnudagin 2016 sæst her.

 

Vælkomin til Vinnudagin 2016 - melda teg til nú.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi