Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Seinasta freist at melda til Vinnudagin 2016 er mikudagin
Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo

 

Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. september.

 

Skráin fyri Vinnudagin 2016 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.

 

Á skránni eru  fyrilestrar við Maria Strømme, virðisløntum professara í nanotøkni, Michael Lemner, stjóra og fyrrverandi ráðgeva hjá fleiri av heimsins stórstu klædnahandilsketum, Pæturi Smith Clementsen, tekniskum stjóra í Fótbóltssambandi Føroya og Høgna Djurhuus, landskendum klummeskrivara. 

 

Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

 

Skrá til Vinnudagin 2016

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi