Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Freist og framløgur frá kunningartiltaki um vinnuferð til Kina
Hósdagin 22. september 2016 skipaði Vinnuhúsið í samstarvi við Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyri kunnandi fundi í sambandi við vinnuferðina til Kina seinni í heyst.

 

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, setti tiltakið og greiddi frá hansara ætlanum við vinnuferðini til Kina. Tvey starvslesandi í Vinnuhúsinum greiddu síðani frá kinesiskari søgu, sambandinum millum Føroyar og Kina og eitt sindur um kinesiska mentan.

Rúni og Eyðvør Berg, ið eiga og reka Teymavirkið, greiddu frá teirra virksemi í Kina. Dentur varð serliga lagdur á ymiskar avbjóðingar, samstarvspartnara teirra í Kina, men eisini á fyrimunirnar við at framleiða í Kina.

Niels Winther úr Vinnuhúsinum kunnaði um mannagongdir og út- og innflutning til og úr Kina, áðrenn Sigmundur Ísfelt, sendimaður í Keypmannahavn, legði fyribilsskránna fyri vinnuferðina fram. At enda varð greitt frá um praktiska kunning í sambandi við ferðina.

Um tú ikki vart til tiltakið, men fegin vilt vita meiri um vinnuferðina til Kina, ber til at seta seg í samband við Vinnuhúsið fyri nærri kunning.

Endaliga freistin at melda til vinnuferðina er hósdagin 29. september 2016. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til industry@industry.fo.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi