Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Handverkarasamráðingarnar byrjaðar
Partarnir handaðu krøv hósdagin í farnu viku.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin handaðu hósdagin 29. september hvørjum øðrum krøv til nýggjan sáttmála partanna millum.

 

Partarnir brúka nú nakrar dagar at fyrireika seg til krøvini hjá mótpartinum og hittast aftur í komandi viku.

 

Handverkarasáttmálin gekk út 1. oktober, men er longdur til 1. november, meðan samráðst verður.  

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi