Tíðindi: KT- og Samskifti Ι .
KT-felagið skipar fyri limatiltaki mikukvøldið 19. oktober
Á limatiltakinum er ætlanin at seta marknaðarføringina hjá einstøku limunum í KT-felagnum á dagsskrá. Hvør er samleikin? Hvussu við lýsingum, virksemi á Facebook og hvør er fatanin millum fólk?

 

Allan Dalsgarð, sum seinastu 10 árini hevur arbeitt sum lýsinga- og samskiftisráðgevi fer at hava eina stutta framløgu. Hann fer at meta um, hvussu einstøku fyritøkurnar marknaðarføra seg í dag, hvat riggar og hvussu marknaðarføringin møguliga kann gerast (uppaftur) betri.

 

Á skránni annars er netverkan og okkurt smávegis at eta. Tiltakið er í Vinnuhúsinum mikudagin 19. oktober frá kl 16.30 til 18.00. Tiltakið er fyri limir í KT-felagnum, men tó verður møguligt hjá nýggjum limum at tekna seg.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi