Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Vinnuferð til Kina
Leygarkvøldið 29. okt. fer Poul Michelsen landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum saman við umboðum frá føroyskum fyritøkum til Kina.

 

Fyrst verður farið til Beijing, har fylgið millum annað hittir danska ambassadørin og fer á vitjan hjá samskiftisrisanum Huawei. Politiska sendinevndin fer harumframt á fund við heilsufrøðiligu myndugleikarnar at undirskriva makrel protokollina og á fund við myndugleikarnar, sum vara av handilsviðurskiftum. Á skránni hjá fyritøkunum stendur eitt nú at hitta Dansk Industri í Kina, danska handilskamarið í Beijing, Mærsk í Kina, umboð fyri kinesiska fyritøku, sum er von at ráðgeva norðurlendskum fyritøkum í kinesiskari lóg og umboði fyri kinesiska fólkafeingisfyritøku (HR), sum er von at ráðgeva um samstarv millum kinesarar og norðurlendingar. Eisini bjóðar Poul Michelsen føroysku fyritøkum og øðrum gestum til døgurða í Beijing.

Síðani fer fylgið til Qingdao, har fiskivinnufyritøkurnar og fyritøkur, ið fáast við veitingar til fiskivinnuna o.tíl. fara á eina av heimsins størstu fiskivinnumessu kalla China Fisheries & Seafood Expo. Í Qingdao eru eisini ymiskir fundir og vitjanir á skránni.

Fylgið fer síðani aftur til Beijing og farið verður heimaftur fríggjadagin 4. nov.

Fyritøkurnar, sum vera við á ferðini, eru:

Luna
Bakkafrost
Varðin
Pelagos
Landshandilin
Føroya Tele
Vodafone
Huawei Danmark
Amplexa Genetics
Mest
Klaksvíkar Sleipistøð
Pomek
Posta
Kemilux
Combine-IT

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi