Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Limakvøld í Havnar Handverksmeistarafelag
28. oktober skipar Havnar Handverksmeistarafelag fyri hugnakvøldi í Vinnuhúsinum. Limir felagsins fáa høvi at hittast í hugnaligum umhvørvi at tosa um aktuell viðurskifti. Eisini kunnu nýggj feløg gerast limir.

 

Á skránni hetta kvøldið verða eitt nú arbeiðstrygd, felagstreytir og átøk at eggja fleiri ungum at gerast handverkari. Tiltakið verður skipað við tveimum stuttum uppleggum, har luttakarar fáa høvið at siga sína hugsan um tað arbeiðið, sum fer fram í felagnum. Á skránni annars verður netverkan og ábit við føroyskum viðskera.

 

Tiltakið er í Vinnuhúsinum kl 18.30 tann 28. oktober.Tiltakið er fyri limir í Havnar Handverksmeistarafelag. Tó er møguligt hjá nýggjum fyritøkum at gerast limur í felagnum hetta kvøldið.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi