Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Heimleiðistiltak við Helga Rasmussen 9. november
Mikudagin 9. november skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri heimleiðistiltaki í sambandi við bókaútgávuna “Finn teg í organisasjónini”.

 

Helgi Rasmussen er sálarfrøðingur, og hann fer at tosa um arbeiðsplássið út frá einum sálarfrøðiligum sjónarhornið. Helgi sigur soleiðis um framløguna:

 

-Tað floyma allar møguligar testir inn yvir arbeiðspláss í hesum døgum. Man skal hava starvsfólkasamrøður, menningarsamrøður, trivnaðarkanningar v.m. Man kann ikki longur seta fólk í starv uttan, at tey skulu kannast frá uttast til innast. Fyrilesturin fer at snúgva seg um hesi viðurskifti og leggur upp til eitt prát.

 

Tiltakið er ókeypis og verður í Vinnuhúsinum mikudagin 9. november kl. 15.00.

 

Allir limir hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgunum umframt vinnugreinafeløgunum í Vinnuhúsinum eru vælkomnir. 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi