Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
14 fyritøkur luttóku á vinnuferð til Kina í farnu viku
Í farnu viku skipaðu Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í samstarvi við Vinnuhúsið fyri vinnuferð til Kina. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen, var á odda fyri føroysku delegatiónini. Endamálið var at kunna seg um viðurskiftini í Kina, og kanna møguleikarnar fyri vinnuligum samstarvi og øktum samhandli.

 

Skráin varð býtt í tvey, eina fyri politiska partin av delegatiónini, og eina fyri vinnuliga partin. Eisini vóru nøkur felags tiltøk fyri allar luttakararnar.

 

Vinnuligi parturin av skránni byrjaði í Beijing, har ymisk kunningartiltøk vóru á skránni fyri føroysku vinnufyritøkurnar. Vinnufyritøkurnar vóru m.a. kunnaðar um avbjóðingarnar við at koma inn á kinesiska marknaðin, og um týdningin av at finna tann rætta samstarvsfelagan í Kina. Eisini greiddu umboð fyri norðurlendskar fyritøkur og organisatiónir frá um teirra royndir á kinesiska marknaðinum. Í Beijing vitjaðu føroysku KT- og telefyritøkurnar eisini kinesiska samskiftisrisan  Huawei.

 

Úr Beijing varð farið til Qingdao, sum er kent fyri sínar marinu og maritimu vinnur. Í Qingdao luttóku fiskaútflytarar á størstu fiskavørumessuni í Asia, China Fisheries and Seafood Expo, meðan aðrar fyritøkur kunnaðu seg um møguleikarnar innan teirra vinnugreinar. M.a. varð skipað fyri fundi við handilskamarið Chamber of Commerce for Promotion og Investments and Trade, har eisini kinesiskar fyritøkur luttóku. Fyritøkur við áhuga fyri maritima økinum vitjaðu eisini eina kinesiska skipasmiðju í økinum.

 

Hóast búskaparvøksturin í Kina ikki er líka stórur, sum hann hevur verið undanfarnu árini, væntast framvegis ein vøkstur á uml. 7 % komandi árini, og talan er um ein spennandi marknað fyri føroyskar fyritøkur. Tað krevst tó eitt áhaldandi arbeiði at fáa fótin fastan á kinesiska marknaðinum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi