Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Flogternur fingið nýggjan sáttmála
Semja um sáttmálan fyri flogternur varð undirskrivað í farnu viku.

 

Týsdagin 8. november undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið undir nýggjan 2-ára sáttmála, sum er galdandi til 31. oktober 2018.

 

Semjan liggur á sama støði, sum hinir sáttmálarnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt síðan mai 2016. Tað vil siga, eina samlaða lønarhækking á 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið.  Harafturat eru tillagingar og broytingar gjørdar í sáttmálanum, eisini í mun til at Starvsmannafelagið hevur yvirtikið sáttmálan frá Súluni, sum fyrr í ár meldaði seg inn í Starvsmannafelagið.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi