Tíðindi: KT- og Samskifti Ι .
KT-felagið hevur limatiltak um Talgildu Føroyar
KT-felagið setir fokus á vinnuligu uppgávurnar í sambandi við, at Talgildu Føroyar verkætlanin nú av álvara sær út til at taka dyk á seg.

 

Nicolai Balle, verkætlanarleiðari fyri Talgildu Føroyar, kemur at greiða frá hvat liggur í kortunum. Hann fer at gera eitt stutt yvirlit yvir Talgildu Føroyar verkætlanina og at greiða frá hvørjar uppgávur liggja fyri framman.

 

Á skránni annars er netverkan, umframt at felagið bjóðar gløgg og eplaskivur. Tiltakið er í Vinnuhúsinum mikudagin 7. desember frá kl 16.30 til 18.00. Tiltakið er fyri limir í KT-felagnum, men tó verður møguligt hjá nýggjum limum at tekna seg.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi