Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Kunningartiltøk um byggireglugerðina
Ráðgevarafelagið og Føroya Handverksmeistarafelag skipa saman við Byggiharrasamtakinum fyri kunningartiltøkum um nýggju byggireglugerðina, sum kemur í gildi 1. januar 2017. Tiltøkini eru ætlaði ráðgevara- og handverksvinnuni.

 

Á kunningarfundinum koma tey, sum hava luttikið í arbeiðinum við at fáa byggireglugerðina setta í verk, at greiða frá ymsikum viðurskiftum, sum vinnan skal fyrihalda seg til, tá byggireglugerðin kemur í gildi 1. januar komandi ár. Tey, sum fara at hava upplegg og at svara spurningum, eru:

 

  • Ólavur J. Hansen, Heilsu- og Innlendismálaráðið
  • Birita Wardum, Býararkitektur, Tórshavnar kommuna
  • Marius Müller, Deildarleiðari á byggi- og umhvørvisdeildini í Tórshavnar kommunu

 

Tvey tiltøk verða fyriskipaði. Tað fyrra verður í Saltangará tann 13. desember frá kl. 14.00 til 17.00, meðan seinra tiltakið verður í Tórshavn tann 15. desember frá kl. 9.00 til 12.00 í Vinnuhúsinum. Tiltakið í Saltangará verður hildið í kommunuhølinum á Heiðavegnum 26. Hetta tiltakið verður samstundis stroymað beinleiðis.

 

Ætlanin er at fyritøkur í Suðuroynni fáa innivist, har tær fáa møguleika at fylgja beinleiðis við stroymingini av tiltakinum í Saltangará. Meira kunning kemur um hetta seinni.

 

Tiltakið í Tórshavn verður í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7.

 

Tiltøkini eru ókeypis og ikki er neyðugt at tilmelda seg. Hevur man spurningar, sum man ynskir svaraðar á tiltakinum, ber til longu nú at senda hesar til marius@industry.fo.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi