Tíðindi: KT- og Samskifti Ι .
Skúlanæmingar vilja forrita
Seinasta mánadag luttóku allir 4. flokks næmingarnir á Skúlanum á Fløtum í átakinum #Rita1tíma, sum snýr seg um forritan fyri børn.

 

#Rita1tíma er føroyska umsetingin av Hour of Code, sum er altjóða átak at læra børn at forrita. KT-felagið hevur sett út í kortið, at allir føroyskir skúlanæmingar skulu sleppa at royna at forrita. Tí setti felagið seg í samband við skúlan á Fløtum um at royndarkoyra #Rita1tíma.

 

Á skúlanum á Fløtum hava allir næmingarnir hvør sín iPad, og tí lá væl fyri hjá øllum 4. flokkunum at forrita samstundis. ”Hetta var ein super tími” segði Rudi Heinesen, flokslærari hjá 4. e. ”#Rita1tíma er sera nemt at fara í holt við. Tilfarið er klárt á netinum og krevur ikki tann stóra teldukunnleikan av lærarunum.”

 

Tilfar til forritan til børn liggur tøkt ókeypis á www.rita.fo, sum KT-felagið eigur og rekur. Á hesari síðuni ber m.a. til at forrita til spælið Minecraft. ”Næmingarnir vóru sera glaðir fyri dagin, og hava plágað meg síðani týsdagin, um at sleppa at gera meira. Tað at tað er eitt kent spæl, Minecraft, ger at tað rakar eitt øki, sum frammanundan er kent hjá næmingunum. Hettar hevur givið okkum lærarum mót uppá at halda á fram við forritanararbeið.” greiðir Rudi Heinesen frá.

 

Á skúlanum á Argjahamri eru tey eisini farin undir #Rita1tíma átakið, har allir flokkarnir heilt frá forskúlanum til 8. flokk royna at forrita. Hans Fróði Jensen er roknilærari og telduvørur á Argjahamri: ”Vit byrjaðu longu við forritan í 6. og 7. flokki í summar sum valfak. Hetta hevur verið ómetaliga væl móttikið av næmingunum í hesum báðum flokkunum, sum nú koma at hjálpa til hjá hinum næmingunum í #Rita1tíma.”

 

Runavíkar skúli hevur eisini gjørt sær ætlanir um at royndarkoyra #Rita1tíma fyrst í komandi ári. Harumframt hevur Frískúlin í Havn eisini luttikið í átakinum fyri 3.- 4. flokk og 5.- 6. flokk, ávíkavist týsdagin og mikudagin.

 

Ólavur Ellefsen hevur staðið fyri átakinum vegna KT-felagið. ”Royndirnar, sum vit hava gjørt okkum hesa vikuna, hava heilt víst givið okkum mót til at koma út á allar skúlar komandi ár.” Víðari sigur Ólavur: ”teldur og forrit eru í nærum øllum samfelagsviðurskiftum, og tí eiga øll at fáa atgongd til hvussu hesi forrit virka. Í grundini er spurningurin um teldurnar skulu stýra okkum, ella um tað eru vit sum skulu stýra teldunum?”

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi