Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Sáttmáli undirskrivaður við Starvsmannafelagið
Týsdagin í farnu viku skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið undir nýggjar sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele. Sáttmálarnir eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. januar 2017 til 1. januar 2019.

 

Umframt tillagingar í sáttmálunum vóru partarnir samdir um eina lønarhækking á 2,2 % hin 1. januar 2017 og 2,3 % hin 1. januar 2018. Hetta er sostatt sami karmur, sum semja hevur verið um í undarfarnu samráðingum Føroya Arbeiðsgevarafelags.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi