Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Aliráðstevnan verður 3. mars
Eins og undanfarin ár skipar Havbúnaðarfelagið aftur í ár fyri aliráðstevnu á Hotel Føroyum. Í ár verður ráðstevnan fríggjadagin 3. mars. Á aliráðstevnuni verður varpað ljós á gongdina í havbúnaðinum, og føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar leggja fram um evni, sum eru viðkomandi fyri havbúnaðin.

 

Á ráðstevnuni luttaka vanliga fólk sum starvast í havbúnaðanum, veitarar til havbúnaðin, umboð fyri almenn ráð og stovnar og fólk við áhuga fyri havbúnaði.

 

Tað ber til at melda til aliráðstevnuna uml. 1 mánaða áðrenn ráðstevnan verður. Boðað verður frá á

heimasíðuni hjá vinnuhúsinum, tá tað er gjørligt at melda til.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi