Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Tøkan av laksi nakað tann sama sum árið fyri
Tøkan av laksi í føroyskum havbúnaði var tilsamans 66.559 tons í kruvdari vekt fyri alt 2016. Hetta er eitt lítið vet meira enn í 2015, tá samlaða tøkan var 66.089 tons, men framvegis nakað minni enn metárið 2014, tá føroyskur havbúnaður framleiddi góð 70.000 tons.

 

Miðalvektin á kruvda laksinum var í fjør 5,10 kg. Hetta er nakað minni enn í 2015, tá miðalvektin tó eisini setti met.

 

Útgreinaði hagtøl finnast her.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi