Tíðindi: Áskoðan Ι .
Føroya Arbeiðsgevarafelag kannar umstøðurnar at reka vinnu í kommununum kring landið
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur umstøðurnar at reka vinnu úti um landið hava sera stóran týdning fyri livilíkindini og vakstrarmøgleikarnar hjá fyritøkum á staðnum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag ger í ár, á fyrsta sinni eina kanning um, hvussu umstøðurnar eru at reka vinnu í ymsu kommununum í Føroyum.

 

Vanliga verður fokus sett á yvirskipaðar vinnukarmar, tá tosað verður um umstøðurnar at reka vinnu í Føroyum. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó, at tað eisini hevur sera stóran týdning, at uppmerksemi eisini verður vent ímóti lokalu vinnuumstøðunum. Her verður m.a. hugsað um atgongdina hjá vinnufyritøkum at vaksa, kommunala tænastustøðið o.l.

 

Endamálið við kanningini er m.a. at kommunur og fyritøkurnar á staðnum kunnu brúka úrslitini í samskiftinum um at gera umstøðurnar betri ella enn betri.  

 

Kanningin fevnir breitt og nemur bæði við kommunal viðurskifti, og viðurskifti, ið ikki beinleiðis eru undir kommunalum ræði, men sum eru viðkomandi fyri umstøðurnar at reka vinnu úti um landið.

 

Lokalu umstøðurnar at reka vinnu, eru eitt av mongum sera týdningarmiklum viðurskiftum, sum tryggja føroyskum fyritøkum kappingarføri úti og heima, og er grundarlagið undir møguleikunum fyri vøkstri.

 

Kanningin tekur støði í líknandi kanningum, sum verða gjørdar í grannalondunum Danmark, Noregi og Svøríki. Hetta er fyrstu ferð, at slík kanning verður gjørd í Føroyum. Ætlanin er at endurtaka hesa kanning regluliga.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at kanningin verður eitt gott og sakligt ískoyti til eitt kjak um umstøðurnar at reka vinnu kring landið. 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi