Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Rákið í 2017 á sosialum miðlum
Kundarnir eru á sosialu miðlunum. Hvussu ávirka nýtsla og krøv tína fyritøku, og hvat kunnu vit vænta av broytingum í 2017? Fólk brúka alsamt meira tíð á sosialum miðlum og YouTube, og serliga er tað fartelefonin sum ger, at møguligt er at vera á netinum alt samdøgrið.

 

Sambært DI Business fer samtalan við kundan m.a. frá at vera fjølsamskifti til beinleiðis samskifti á t.d. Snapchat og Messenger. Kundin væntar eina góða persónliga kundatænastu í beinleiðis samskiftinum, og hesum mugu fyritøkur arbeiða við og í størri mun talgilda teirra samskiftismøguleikar.

 

Kanningar vísa, at vit hyggja eftir telefonini 150 ferðir um dagin, og at vit brúka í miðal 177 minuttir á telefonini hvønn dag. Fyritøkan má tí vera til staðar, har kundin er, og tá kundin er áhugaður.

 

Tað er sannlíkt, at ein størri partur av lýsingapengunum fer til talgildar og socialar miðlar, soleiðis at farið verður frá fjølsamskifti til beinleiðis samskifti við útvaldar bólkar.

 

Somuleiðis verður internetið meira visuelt. Hetta merkir, at fyritøkur skulu gera sjónbandaðar upptøkur og enntá eisini beinleiðis tilfar, sum fangar áhugan hjá kundanum. Her er kappingin millum Facebook, YouTube og Twitter, sum hava verið dugnalig at gera “live events”. Í 2017 verður møguleiki fyri lýsingarsteðgi í beinleiðis sendingum á Facebook, og hetta veitir enn ein møguleika fyri marknaðarføring hjá fyritøkum. YouTube er aftaná Google næststørsta leitimaskinan í heiminum, og eitt tað mest brúkta leitiorðið er “how to”. Hetta kann hjálpa kundanum at gerast betri til eitthvørt, og eisini her kann sjónband vera við til at selja eina vøru ella eitt brand.

 

Hóast talgildingina er framvegis neyðugt, at kundin merkir, at talan er um veruligar persónar aftanfyri vøruna ella fyritøkuna. Hetta merkir, at man skal seta og útbúgva fólk til røttu førleikarnar. Harnæst skal ábyrgdin av tí talgilda ikki latast einum persóni í fyritøkuni, men heldur fáa talgilding at vera eina felags uppgávu og menna ymiskar førleikar.

 

Samanumtikið kann sigast at 2017 fer at ganga skjótari enn 2016. Kappingin á sosialum miðlum verður størri, og krøvini til dygd og førleikar hjá fyritøkum skulu standa sína roynd.

 

 

Kelda: DI Business

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi