Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι .
Ráðgevarafelagið skipar fyri skeiði 10. mars
Evnini verða: Byggileiðsla og eftirlit og fíggjarlig ábyrgd og umprojektering.

 

Skeiðið verður tann 10. mars frá kl. 9.00 til kl. 16.00 á Hotel Føroyum.

 

Tað er vinnugreinafelagið Ráðgevarafelagið, har arkitekta- og verkfrøðingarvirkir eru limir, sum skipar fyri skeiðnum fyri limunum og øðrum samstarvsfeløgum í samstarvi við FRI (Forening for rådgivende ingenører).

 

Skeiðið er býtt upp í tveir partar. Fyrrapartin er   Byggileiðsla og eftirlit á skránni og seinnapartin er fíggjarliga ábyrgd og umprojektering á skránni. Undirvísari verður leiðandi løgfrøðingur Lars Hauberg, ALECTIA A/S, sum hevur drúgvar royndir í evninum.

 

Luttøkugjaldið er kr. 2.500 fyri limir í FRI og Rágevarafelagnum og kr. 5.000 fyri ikki limir.

 

Les meir um skeiðið her og melda til.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi