Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Trý-ára sáttmáli gjørdur í Danmark
CO-industri og DI skrivaðu sunnudagin undir nýggjan sáttmála

 

Nýggi sáttmálin millum partarnar á danska arbeiðsmarknaðinum gongur frá 1. mars 2017 til 1. mars 2020. Hesin sáttmálin – Industriens overenskomst - fevnir um eini 230.000 starvsfólk, sum eru býtt á einar 6.000 fyritøkur.

 

Stjórin í Dansk Industri, Karsten Dybvad, segði beint eftir, at sáttmálin varð undirskrivaður, at tað hevði týdning at fáa gjørt ein sáttmála, sum leggur grundarlag undir, at danskar fyritøkur kunnu kappast við fyritøkur úr allari verðini.

 

Til ber at lesa meira á um sáttmálasemjuna í Danmark á heimasíðuni hjá Dansk Industri her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi