Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Seta fulla ferð á fríhandilssamráðingar millum Noreg og Kina
Norski uttanríkismálaráðharrin vónar, at fríhandilsavtalan kemur uppá pláss í komandi stórtingssetu.

 

Eftir at viðurskiftini millum Noreg og Kina hava verið kaldlig í nøkur ár, er sambandið nú aftur normaliserað. Hetta er ikki hent av sær sjálvum, men er eitt úrslit av tí stóra arbeiði, sum m.a. norska uttanríkisráðið hevur lagt í hetta. Tað hevur eisini viðført, at ferð nú aftur verður sett á samráðingarnar um fríhandilsavtalu millum Noreg og Kina.

 

Á tiltaki um handilsviðurskiftini við Kina segði norski uttanríkismálaráðharrin Børge Brende seg vóna, at avtalan í seinasta lagi kemur uppá pláss í komandi stortingsetu, men vónar at tað verður fyrr enn hetta. Hann segði, at Noreg í samráðingunum máttu gera eins og kendi norski maratonrennarin Grete Waitz: Geva alt frá byrjan, og síðani so liðandi økja ferðina.

 

Hann nýtti eisini seminarið sum høvi at bjóða øllum teimum fyritøkunum, sum vóru møttar upp, at luttaka á almennu vitjanini hjá norska forsætismálaráðharranum til Kina, sum verður nú í vár.

 

Ein komandi norsk-kinesisk fríhandilsavtala er ikki góð tíðindi hjá føroyskum fiskaútflytarum.

Frammanundan hava bæði Ísland og Chile fríhandilsavtalur við Kina, og um Noreg eisini fær fríhandil, hava nakrir av teimum størstu kappingarneytunum hjá føroyskum fiskaútflytarum fríhandil við Kina. Harvið fáa teir ein kappingarfyrimun í mun til føroyskar útflutningsvørur.

 

Føroyar útflyta serliga laks til Kina, men eisini pelagiska vinnan er áhugað í kinesiska marknaðinum. Føroyski laksaútflutningurin til Kina er vaksin skjótt seinastu 10 árini, og saman við Russlandi, USA og ES er Kina nú ein av teimum mest týðandi marknaðunum fyri føroyskan laks.

 

 

Kelda: nho.no

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi