Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Starvslæran liðug
Seinasta hálva árið hava Jóhanna Magnusardóttir úr Havn og Dávid Fossdalsá úr Klaksvík verið starvslesandi í Vinnuhúsinum.

 

Tey tóku bæði bachelorprógv við University of Nottingham Ningbo China í ávíkavist altjóða viðurskiftum við kinesiskum og altjóða búskapi og samskifti seinasta summar, og tey hava síðani  verið starvslesandi í Vinnuhúsinum.

 

 - Fólk halda ofta, at starvslesandi mest gera kaffi og taka telefonina, og soleiðis havi eg eisini skilt, at tað hevur verið hjá nógvum av mínum floksfelagum í Kina. Tí hevði eg ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi fáa so nógvar góðar royndir burtur úr at vera í starvslæru í Føroyum, sigur Jóhanna.

 

Vinnuferð í Kina

Við sínum royndum úr Kina samskipaðu Dávid og Jóhanna, saman við starvsfólkum úr Vinnuhúsinum og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, vinnuferðina til Kina, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, stóð á odda fyri á heysti 2016. Við á ferðini vóru eisini 14 føroyskar fyritøkur, og fylgið taldi íalt 30-35 fólk.

 

  - Vit vóru partur av toyminum, sum samskipaði ferðina, og so vóru vit eisini til taks á túrinum. Aftaná ferðina hava vit eisini skrivað eina drúgva vegleiðing til vinnuferðir, sum kann vera ein beinagrind til framtíðar ferðir, umframt at skriva ferðafrásøgnina frá ferðini, greiðir Dávid frá.

 

Ikki bara kinaførleikar

Men tað eru ikki bert kinaførleikar, ið geva spennandi avbjóðingar til starvslesandi í Føroyum. Jóhanna og Dávid hava eisini gjørt nógv kanningararbeiði í Vinnuhúsinum.

 

Heimafturkomin úr Kina kannaðu tey tørvin á útbúgvingini ‘byggismiður’ fyri Føroya Handverkmeistarafelag og vóru í samband við fleiri enn 100 fyritøkur, skrivaðu eina stutta frágreiðing, sum hevur verið til umrøðu í Yrkisútbúgvingarráðnum og liggur nú og bíðar eftir meiri viðgerð í Mentamálaráðnum.

 

Í desembur fóru tey undir at fyrireika eina kanning um umstøðurnar at reka vinnu í ymsu kommununum í Føroyum.

 

 - Fleiri av okkara grannalondum gera slíkar kanningar at betra viðurskiftini millum privatu vinnuna og kommununar í Føroyum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur leingi ætlað, at ein slík kanning skuldi gerast í Føroyum eisini, og so var upplagt, at vit bæði tóku okkum av hesum. Vit kunnaðu okkum fyrst um hinar norðurlendsku kanningarnar og gjørdu síðani spurnarblaðið við íblástri frá teimum, sigur Jóhanna.

 

Tú fært veruligar uppgávur í Føroyum

Jóhanna vísir á, at hon ofta hoyrir, at tey, sum hava starvslæru sum kravdan part av lestrinum og fara til Føroya, siga, at teirra floksfelagar næstan øvunda teimum uppgávurnar í Føroyum, tí eingin sleppur at gera so nógv og fáa so nógva ábyrgd sum tey, sum eru í starvslæru í Føroym.

 

 - Mær hevur til dømis dámt rættiliga væl at roynt at havt ábyrgdina av heimasíðuni leinkjan.fo, sum Vinnuhúsið umsitir, og facebook bólkinum, sum hoyrir til. Eg eri veruliga sloppin at royna míni grafisku- og marknaðarførsluevni.

 

 - Vit hava við einum miðvísum arbeiði fingið fleiri verkætlanir, lestrarstørv og praktikkstørv á heimasíðuna, kunna viðkomandi aktørar – bæði lesandi og onnur – og uppraðfest facebook síðuna hjá Leinkjuni, sum hevur fingið meiri enn dupult so nógvar fylgjarar, og nú røkkur longur út millum lesandi, leggur Dávid aftrat.

 

Jóhanna og Dávid hava eisini hjálpt Havbúnaðarfelagnum at savna upplýsingar til greiningar, Reiðarafelagið fyri Farmaskip at fáa til vega upplýsingar um barlastvatn og kunnað Ferðavinnufelagið um møguleikarnar á kinesiska ferðafólkamarknaðinum og at gera eina serliga Lonely Planet bók fyri Føroyar.

 

 - Vit hava eisini hjálpt til við øðrum fyrifallandi uppgávum, verið við og umboða Vinnuhúsið á ymiskum fundum m.a. á Jobmatch umframt verið til taks, tá tørvur hevur verið á okkum, men hetta er sovorðið, sum hoyrir til at arbeiða í Føroyum. Tað gera øll – ikki bara starvslesandi, sigur Dávid smílandi.

 

Vinnuhúsið takkar Dávid og Jóhonnu fyri gott og miðvíst arbeiðið seinastu mánaðir og ynskir teimum alt tað besta framyvir. 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi